Bara 40 minuttir áðrenn dysturin millum Køln og Mainz í bestu týsku deildini skuldi bríkslast í gongd, varð hann avlýstur. Dómarin var ikki møttur, og sambært týskum miðlum var orsøkin hon, at Babak Rafati (myndin), sum skuldi døma dystin, hevði roynt at tikið lívið av sær.
Tað hevur ført til,a t týski fótbóltsheimurin er skelkaður. Rafati varð funnin, eftir at hann í morgun hevði roynt at tikið lívið av sær við at skera pulsæðrina oman fyri hondliðið av.
Dómarin er ikki møttur, segði talsmaurin hjá FC Køln, Tobias Schmidt, og við so stuttum skotbrái ber ikki til at finna ein avloysara.
- Eg dugi ikki at ímynda mær, at liðini vilja spæla dystin, tá umstøðurnar eru sum tær eru, sigur venjarin hjá Schalke 04, Huub Stevens við týska Bild.de