Dómarin órógvaði Jóannis

Føroysku skeet-skjúttarnir liggja beint uttan fyri finalufeltið undan seinna kappingardegnum fyri einstaklingar. Ein støða, sum kundi verið betri, um Jóannis Joensen ikki varð órógvaður av dómaranum, sum feildømdi eina dúgvu hjá honum

Skjóting

 

Tað er í skeet, at føroyingar kunnu gera seg galdandi á Oyggjaleikum. Skjótibreytin við Sandvíkarhjalla er einasta breytin, har skjótast kann í trap, so í fleiri ár bara als ikki til at skjóta í tí kappingini í Føroyum. Og enn eru so eingir facilitetir at skjóta sporting.

Tí er tað altso í skeet, at føroysku skjúttarnir hava ein møguleika, og leingi sá út til, at Magni Dam veruliga ætlaði at taka av hesum. Magni skeyt 22 av 25 dúgvum tær báðar fyrstu rundurnar, og er hetta ájavnt føroyska metinum, sum Marius Joensen setti herfyri.

Tað hepnaðist tó ikki eins væl á triðju rundini hjá Magnusi. Hann kiksaði fimm av fyrstu níggju dúgvum, og hóast hann loftaði sær hampuliga væl, so endaði hann runduna við 17 dúgvum og datt niður á eitt níggjunda pláss í samlaðu støðuni.

Hjá Jóannis Joensen var støðan at kalla tann øvuta. Fyrsta rundan hjá honum varð mest sum oyðløgd, tá dómarin ikki helt føroyska skjúttan hava rakt eina dúgvu, sum øll onnur hildu hann raka. Og hóast hann fekk hesa aftur, tá dómararnir høvdu viðgjørt málið av nýggjum, so kostaði hetta nógv í konsentratión.

Næstu runduna skeyt Jóannis tó sera væl, og tá tann triðja eisini var heilt hampulig, vann hann seg upp á eitt áttanda pláss í samlaðu støðuni.

Skipanin í skeet-skjóting er soleiðis, at skjúttarnir skjóta tvey umfør upp á 25 dúgvur aftur í dag. Teir seks bestu skjóta so eitt finaluumfar.

 

 

---

Fakta

 

Føroysku avrikini

1 2 3 íalt

Jóannis Joensen 19 23 21 63

Magni Dam 22 22 17 61