Í dag vórðu hálvfinalurnar í Eysturoyarkappingini leiktar, og mundi dysturin ímillum ÍF og Víking vera hin mest rokmikli av teimum.
Við hvør sínum máli í hvør sínum hálvleiki høvdu ávikavist Simon Skibsted og Clayton Soares syrgt fyri, at ÍF var á odda 2-0. Dysturin varð tó harðliga leiktur og onkur mátti av vøllinum við skaða, og tá ið dysturin tíðliga í seinna hálvleiki var við at fara fullkomiliga út av lagi, valdi dómarin, Dagfinn Olsen, at bríksla dystin av.
ÍF vinnur dystin 2-0 og møtir mánakvøldið kl.18 NSÍ í finaluni, sum í dag vann 3-0 á B68. Víkingur og B68 spæla um bronsuna í morgin kl.15.