Seinnapartin í gjár var grundlógaravhoyring í Føroya rætti, har ein persónur, ið er undir illgruna fyri at hava stolið úr kampingvognum á kampingøkinum á G!, varð førdur fyri dómara.
Les eisini: Handtikin fyri stuldur á G!
Ákæruvaldið førdi fram sjónarmiðið, at tað var neyðugt at leingja varðhaldsfongslingina av viðkomandi, tí viðkomandi áður hevði framt líknandi brotsverk.
Hesum var dómarin tó ikki samdur við, men setti í staðin skuldsetta leysan, tí mett varð ikki, at talan var um brotsverk av einum so álvarsligum slagi ella stødd, at neyðugt varð at varðhaldsfongsla viðkomandi.










