Dómarin læt seg ávirka

Liðformaðurin hjá Víkingi, Niclas Niclassen, var alt annað enn fegin um útvísingina, sum Hans Jørgen Djurhuus fekk tíðliga í seinna hálvleiki

Ein dómaraavgerð, sum eftir hansara tykki kostaði sigurin, og sum hann helt vera úrslit av trýsti frá HB-venjaranum.

- Rúni Nolsøe tosaði við dómaran í hálvleikinum, har hann royndi at leggja trýst á, fyri at vit skuldu fáa kort. Og tað riggaði opinbart. Vit høvdu ikki spælt meira enn fimm minuttir, so hevði Hans Jørgen fingið tvey gul kort fyri einki. Tað kostaði okkum dýrt, og Dagfinn (Olsen, dómari, blðm.) er opinbart for feikur og torir ikki at standa við sítt egna. Tað var vánaligt av Rúna – ógvuliga vánaligt. Tað skuffar meg nógv, tí eg hoyrdi, hvat hann segði, segði Niclas Niclassen eftir dystin.

Víkingahøvdingin var í aðrar mátar hampuliga væl nøgdur við avrikið hjá sínum liði í dystinum.

- Tað riggaði fínt. Vit bíðaðu eftir HB, og vit hava skjótar mans í álopinum, og vit koma eisini til møguleikar.

Og hóast tit eru í undirtali, so eiga tit eisini størstu møguleikarnar seinasta korterið ella so. Eigur onkur av hasum bóltunum ikki inn?

- Jú. Vit høvdu avgjørt møguleikan at avgera dystin. Eitt stig í Gundadali er sjálvandi OK, men í dag eri eg ótrúliga vónbrotin, staðfesti Niclas Niclassen. 


Dómarin má vísa ábyrgd


Venjarin hjá HB, Rúni Nolsøe, dugdi ikki at síggja nakað skeivt í tí, sum hann hevði gjørt í steðginum.

- Eg segði við dómaran, at hann mátti stramma linjuna. Fleiri av tacklingunum hjá teimum vóru heilt vanvittugar, og har vóru fleiri føri, har beinini vórðu kvett av mínum monnum, um teir ikki lupu undan tacklingunum. Tað vildi verið beinleiðis ábyrgdarleyst av dómaranum, um hann lat hetta halda fram, sigur Rúni Nolsøe.