Dómarin hevur kært

Málið um Jóhannis Joensen skal nú viðgerast av dómsnevndini. Dómarin í dystinum hevur kært málið

 

Málsviðgerð


Í vikuni hevur nakað av skriving verið um sonevnda Jóhannis Joensen málið, og hevur henda serstakliga viðgjørt, hvussu málið er handfarið av kappingarnevndini.

Í hósdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at málið eftir øllum at døma slapp at fara aftur við borðinum í hesum umfarinum, men soleiðis verður kortini ikki.


Prinsipp-mál

Dómarin, sum dømdi dystin millum HB og NSÍ, Niclas á Líðarenda, hevur nevnliga gjørt av at kæra málið til dómsnevndina.

Meðan vit hava skrivað um málið, hava vit roynt at fingið viðmerkingar frá dómaranum, mrn svarið hevur alla tíðina verið, at hann hevur umhugsað støðuna.

Nú er so líkt til, at nóg nógv er hugsað, og Niclas sigur orsøkina til kæruna vera púra greiða.

- Ikki bara fyri meg, men fyri dómarar yvirhøvur, er her talan um eitt prinsipp-mál. Eg havi ongan sum helst áhuga í at forfylgja leikaranum, men eftir at hava ráðført meg við baklandið, havi eg gjørt av at senda málið víðari. Bæði fyri at verja dómarastættina, men sum sagt mest av prinsippiellum ávum.

- Eftir mínari fatan hevur málið fingið eina fullkomuliga skeiva viðgerð, og verður hetta ikki átalað, er stórur vandi fyri, at hetta kann skapa nýggj fordømi framyvir, sigur Niclas á Líðarenda um avgerðina at kæra málið.

Nær dómsnevndin fer at viðgera málið, er ikki fastlagt.