Mikukvøldið bríkslaði Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum landskappingardystin millum B36 og B71 av ? endaligt.
Dómsnevndin staðfesti, at hon hevur ikki heimild at broyta ein dóm hjá einum fótbóltsdómara. Hetta gjørdi dómsnevndin, hóast talan var um eitt dómaramistak, sum møguliga hevði ávirkan á úrsliti av einum dysti.
Umstrídda hendingin fór fram í landskappingardystinum millum bestu mansliðni hjá B36 og B71. Tá støðan var 2-2, sparkaði ein spælari hjá B71 ein B36?ara inni í B71-brotsteiginum. Dómarin gav B71-spælaranum reyða kortið, men dømdi ikki brotsspark, soleiðis sum fótbóltslógin sigur, at hann skal gera.
Sambært fótbóltslógini skal eitt brot sektast á tí staðnum, tað verður framt, og er hetta inn í brotsteiginum, sum tað var í dystinum millum B36 og B71, eigur dómurin at verða brotsspark.
Vísti kravinum aftur
B36 kærdi hesa hending til Kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandinum, sum kom til ta niðurstøðu, at hon hevði ikki heimild til at broyta meting dómarans, og tí ikki kundi lata B36 fáa nýggjan dyst, soleiðis sum felagið kravdi at fáa.
B36 var ikki nøgt við hesa avgerð, og kærdi tí dómin inn fyri Dómsnevndina hjá FSF. Her varð málið viðgjørt mikukvøldið, og Dómsnevndin staðfesti dómin hjá Kappingarnevndini.
B36 vísti í kæruni á, at í Danmark var ein dystur spældur av nýggjum, tí eitt dómaramistak hevði beinleiðis ávirkan á úrslitið av einum dysti. Dómsnevndin heldur ikki, at hendingarnar í Danmark og tann í Gundadali kunnu samanberast.
Dómsnevndin heldur, at sjálvt um tað er ásett í altjóða fótbólslógum, at brotsspark skal dømast í ávísum førðum, er tað avgerðin hjá dómaranum at taka støðu til slík mál. Tí metir Dómsnevndin ikki, at hon hevur heimild til at broyta dómin, og tí verður kravið frá B36 um nýggjan dyst afturvíst.
Greitt mistak
? Eg helt, at málið var klokkuklárt, tí talan er jú greitt um eina feildøming. Men nú mugu vit bara staðfesta, at dómaraavgerðin er endalig, sjálvt um tað er ein týðandi feilur, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36, í viðmerking til avgerðina hjá Dómsnevndini, sum er endalig.
? Nú taka flestu feløgini sínar heimadystir upp á video, og tí átti tað at verða møguleiki at gjørt nakað við tað, tá talan er um eitt greiðan og dokumenteraðan feil, sum hevur stóra ávirkan á úrslitið av einum dysti, sum tað var í okkara førði.
B36 átti eitt brotsspark, tá støðan var 2-2 í dystinum í móti B71, og liðið hevði tí havt ein góðan møguleika at leggja seg fram um, um brotssparkið varð dømt. Tað var tað ikki, og seinni í dystinum gjørdi B71 tvey mál og vann sostatt 4-2.
? Nú kunnu vit ikki gera meira enn at staðfesta, at Dómsnevndin hevur ikki heimild at rætta ein dómarafeil. Men vit ætla at viðgera dómin og kanska fara vit at viðvirka til, at tað framyvir verður gjørligt at broyta skeivar dómaraavgerðir í 1. deild, tá tað ber til at dokumentera feilin og at staðfesta, at hann hevði týdning fyri úrslitið av dystinum, sigur Kristian á Neystabø.
Annars sigur Kristian á Neystabø, at eftir hansara fatan hevur dómsnevndin hjá FSF ikki arbeitt eftir røttum leisti í málinum.
- Tann sakkunnleiki, sum vit hava ráðført okkum við, hevur víst á, at sambært fótbóltslógunum er einki ivamál. Dómarin skal døma brotsspark í slíkum førum sambært grein 12 í fótbóltslógunum. Dómsnevndin sigur, at teir ikki kunnu broyta dómarans meting, men her er talan ikki um nakra meting. Var tað soleiðis, at orðið »kann« stóð ístaðin fyri »skal«, hevði grundgeving teirra hingið saman, men tað ger hon ikki, sigur Kristian á Neystabø.
At enda leggur formaðurin í B36 áherslu á, at hetta málið einki hevur við B71 at gera. ? Vit ynskja ikki, at málið verður tengt at viðurskiftunum millum feløgini bæði, tí vit hava, og fara vónandi framhaldandi at hava, eitt gott samstarv við B71.
Í stuttari viðmerking til málið sigur Páll Nielsen, formaður í dómsnevndini, at dómsnevndin við hesum málinum ikki hevur givið dómaranum endaligt vald í øllum avgerðum.
- Vit hava bara tikið støðu til hetta konkreta málið, og her hava vit avgjørt, at dómarans avgerð er endalig, sigur Páll Nielsen. At enda vísir hann á, at um onnur mál av líknandi slag taka seg upp í framtíðini, verða hesi eisini avgjørd hvør sær, og ikki við útgangsstøði í hesum máli.










