Dómarin hevur dømt sjey A-landsdystir

Slavko Vinčić úr Slovenia er royndari enn Europa League og Champions League dómararnir, ið dømdu okkara lið í summar

36 ára gamli Slavko Vinčić úr Slovenia eitur dómarin, ið kemur at døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Ungarn á Tórsvølli. Mett saman við dómararnar, ið dømdu heimadystirnar hjá HB, NSÍ, Víkingi og B36 í teimum evropeisku kappingunum í summar er hetta ein heldur royndari dómari.

 

Slavko Vinčić úr Slovenia hevur nevnliga dømt sjey A-landsdystir. Fýra av teimum hava verið vinarlandsdystir, og so hevur Slavko Vinčić úr Slovenia dømt ein HM-undankappingardyst áður, og so tveir EM-undankappingardystir. Hann hevur hartil dømt 16 dystir í Europa League, og í Europa League undankappingini. Slavko Vinčić hevur eisini dømt tríggjar dystir í Champions League. Slavko Vinčić hevur sostatt dømt 26 altjóða dystir. Hann hevur dømt á hægri støði síðani 2010.

 

Í bestu slovensku deildini hevur Slavko Vinčić dømt 71 dystir, og staðfestast má, at hann er hampuliga skjótur við kortunum. Í teimum 71 dystunum hann hevur dømt í bestu slovensku deildini hevur hann givið 335 gul kort. Hann hevur hartil givið 11 beinleiðis reyð kort í 71 dystum. Slavko Vinčić hevur sostatt eitt snitt uppá 4,87 kort pr. dyst í bestu slovensku deildini. 

 

Í teimum sjey A-landsdystunum hann hevur dømt higartil hevur Slavko Vinčić úr Slovenia givið 26 gul kort, men einki reytt kort. Tað er eitt snitt uppá 3,71 kort pr. A-landsdyst. Um Slavko Vinčić úr Slovenia heldur tað snittið skuldi ikki verið heilt galið á Tòrsvølli í morgin, og óannsæð so kann Slavko Vinčić úr Slovenia bara gera tað betri enn teir totalt óroyndu dómararnir, sum dømdu heimadystirnar hjá NSÍ, Víkingi, HB og B36 í summar.

 

Slovensku Bojan Ul og Matej Zunic verða hjálpardómarar á Tòrsvølli í annaðkvøld. Matej Jug verður fjórði dómari.

 

Rás2 sendir beinleiðis frá HM-undankappingardystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Byrjað verður við upptakt klokkan 16.10.