Dómarin greiðir frá

Fleiri høvdu hug at finnast av avgerðunum hjá Dagfinni Olsen, dómara, við Margáir í gjár.

- Tað er mín ábyrgd at steðga spælinum, um ein leikari gerst álvarsama skaddur. Tað vísir seg ofta, at leikarar skulu bara hava eitt sproyt av vatni á beinið, so eru teir frískir aftur. Eg metti ikki, at tað var neyðugt at steðga spælinum í sambandi við brotsparkið, sigur Daginn Olsen.

Tú vísti Sasa Jovanovic av vøllinum stutt eftir leiðslumálið hjá EB/Streymi. Tú valdi síðan at taka hetta aftur – hvat hendi?

- Ja, eg hevði skrivað skeivt í dómarabókina – tað var trupulleikin. Ungararnir hjá ÍF líkjast ógvuliga nógv, og eg kendi ikki mun á teimum. Eg helt, at hesin fekk sítt seinna gula kort, men tað hevði hann so ikki. Longri er søgan ikki, sigur hann.

Olsen staðfestir eisini, at tað er loyvt at skifta skjútta, tá eitt brotspark skal skjótast av nýggjum.