Dómarin feldi tár

Tað stóð eftir øllum at døma nógv á Wenche Elizabeth Arntzen, sum dómari í sakarmálinum ímóti Anders Behring Breivik, tá rætturin í dag umrøddi hvørt einstakt av 13 av teimum 69 drápunum á Utøya. Ta einu ferðina fór dómarin (myndin) eftir lummaklútinum og turkaði sær um eyguni.

Fleiri av teimum avvarandi grótu í rættinum í dag og royndu at troysta hvør annan, meðan úrslitini av líkskoðanum og minningarorð vórðu lisin upp.

Tann einasti í rættarhølinum, sum eftir øllum at døma ikki lat seg ávirka, var drápsmaðurin.