Dómarin dømdi tað hann sá

Birgir Sondum tosar um steypafinaluna

Tá vit undan ólavsøku tosaðu við Birgir Sondum, sum skuldi døma finaluna um løgmanssteypið, helt dómarin fyri, at hjá dómarum er tað soleiðis, at teir kunnu døma væl, men at eitt ella tvey dómaramistøk kunnu vera avgerandi fyri úrslitið. Í sambandi við hetta vísti hann á, hvussu tað gekk í HM kappingini.
Tú komst rættuliga í brennidepulin í finaluni. Ert tú fullvísur í, at tú ikki mistók teg, tá Pól Thorsteinsson sá reytt, ella tá tú dømdi brotsspark til NSÍ?
? Dysturin var sum heild lættur at døma. Tað er altíð keðiligt, tá dómaraavgerðir koma í miðdepulin heldur enn avrikið hjá spælarunum. Eg havi hoyrt millum lítið og einki fyri útvísingina av Póli Thorteinsson. Tað, sum eg havi fingið oman yvir meg fyri brotssparksdómin, hevur ikki verið serliga hugaligt. Men fyri meg hevur tað stóran týdning, at eg veit við meg sjálvan, at eg havi dømt fyri tað, sum eg havi sæð.
Hví var Pól rikin av vøllinum?
? Hann fekk tvey gul kort. Í 1. hálvleiki var tað fyri at spenna bein, og í tí seinna førinum var tað fyri at taka ein mann, sum var um at gerast leysur.
Í Dimmalætting í gjár sigur Helgi L. Petersen, at hann heldur ikki, at tað var brotsspark. Men tað metti tú tað vera?
Tá frísparkið varð lagt í brotsteigin, sá eg, at Jón Rói Jacobsen og Helgi L. Petersen tókust. Tað gera spælarar so ofta. Tá so Helgi skuldi fara avstað, slapp hann ikki, tí Jón Rói helt í honum. Soleiðis sá eg tað, og tí dømdi eg. Um eg ikki dømi fyri tað, sum eg síggi, so skal eg ikki vera dómari. Tveir dómaraeygleiðarar vóru. Teir sótu í hvør sínum borði. Annar sá ikki, at tað var brotsspark, men tað gjørdi hin, er viðmerkingin hjá dómaranum, sum komandi vikuskiftini fer at halda skil á í landskappingini.

Mynd: Sondum
Dómarin í steypafinaluni hjá monnum, Birgir Sondum,er komin rættiliga í andglettin, eftir at dømdi brotsspark til NSÍ í steypafinaluni. Sjálvur heldur Birgir fast um dómin.
Mynd: Savnsmynd

Birgir Sondum er væl nøgdur við sítt avrik í finaluni, men hann hevði einki havt ímóti at sloppið undan tí, sum honum hevur verið fyri aftaná finaluna

LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen