Bundesligadómarin, Babak Rafati, biður pápa sín um umbering fyri sjálvmorðsroyndina.
Bert tveir tímar undan, at hann skuldi døma dystin millum Køln og Maintz, skar Rafati pulsæðrina av, og høvdu linjudómararnir ikki fingið hotell starvsfólk at læst segt inn til Rafati, hvði hann doyð.
Týskir miðlar duga einki at siga um orsøkina til, at Rafati royndi at taka lívið av sær. Hann arbeiðir sum bankamaður, og hevur ongar fíggjarligar trupulleikar, eins og familjulívinum heldur einki bagir.
Hann er komin úr øllum lívsvanda og hevur tað eftir umstøðunum gott, skriva danskar heimasíður.