Dómari uttan altjóða royndir til Birkirkara-KÍ

Uppgerðin millum Birkirkara og KÍ verður fyrsta altjóða uppgávan hjá Besfort Kusimi úr Kosovo

Kosovo er tað seinasta limalandið í UEFA, og tað verður ein dómari úr Kosovo, ið skal døma dystin í undankappingini til Europa League millum Birkirkara og KÍ í Valetta á Malta, hóskvøldið klokkan 18.

 

35 ára gamli Besfort Kusimi úr Kosovo fekk góðkenningina sum FIFA dómari fyrr í ár, og nú fær hann gleðina av at døma sín fyrsta dyst í einari altjóða kapping.

 

Vit hava áður havt dómarar við fáum altjóða royndum til heimadystirnar hjá føroysku liðunum í Europa League og Champions League seinnu árini, og staðfestast má, at tað hevur í nógvum førum ikki verið ein fyrimunur fyri tey føroysku liðini.

 

KÍ fyrireikar seg væl til uppgávuna hóskvøldið. Longu leygardagin vóru teir komnir til Malta fyri at fyrireika seg til uppgávuna, og høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hevur áður sagt, at teir í KÍ taka avbjóðingina í Europa League í størsta álvara, og teir ætla at stríðast fyri at sleppa víðari í kappingini.