Liverpool tapti í kvøld Europa League finaluna fyri Sevilla, sum vann 3-1. Eftir dystin var Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, ónøgdur við dømingina í dystinum.
Hann sást tosa við svenska dómaran og helst hevur hann tosað um tvær hendingar, tá bólturin kemur í hondina á einum spælara hjá Sevilla. Báðar hendingarnar fóru fram í fyrra hálvleiki.
Jurgen Klopp fær tó onga hjálp frá fyrrverandi toppdómaranum Graham Poll. Hann sigur í grein á Dailymail, at svenski dómarin, Jonas Eriksson, hevði rætt í øllum sínum dømingum.
Serliga tann fyrsta hendingin fekk nógva umtalu, tá Roberto Firmino royndi at sleppa framvið Daniel Carrico og bólturin endaði á hondini á honum.
- Daniel Carrico hevur hondina upp á pláss og er bara ein lítlan metur frá bóltinum. Tí er tað rætt av Jonas Eriksson at lata spælið halda fram, sigur Graham Poll.
Hann leggur afturat, at bæði kolldømda málið hjá Dejan Lovren og seinna málið hjá Coke eru rættar avgerðir hjá dómaranum. Í fyrrnevnda órógvar Liverpool framherjin Daniel Sturridge so nógv, at hann er sekur í rangstøðu, meðan Coke, sum at síggja til stóð rangstaddur, fekk bóltin frá einum Liverpool spælara. Tí er ikki talan um rangstøðu, hóast hjálpardómarin hevði flaggið á lofti,.
Sevilla hevur nú vunnið Europa League tríggjar ferðir upp í slag.










