Dómari: Klopp ljóðar sum ein hyklari

Premier League: Mark Clattenburg heldur at bæði Liverpool og Manchester United hava spælarar, sum tveita seg

Tað hevur vakt ans, at Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur funnist at teimum mongu brotsspørkunum, ið Manchester United hevur fingið undir tíðini hjá Ole Gunnar Solskjær, sum hevur verið venjari í tvey ár í Manchester United.

Hann undraðist á, at Manchester United hevði fingið fleiri brotsspørk upp á tvey ár undir Ole Gunnar Solskjær, enn Liverpool hevur fingið upp á fimm ár undir leiðslu av Jurgen Klopp. Ein uppteljing sigur, at Manchester United hevur fingið 18 brotsspørk í øllum kappingum síðani fótbólturin byrjaði aftur 17. juni í 2020, meðan Liverpool hevur fingið seks.

- Jurgen Klopp hevur rætt, men lat meg gera eitt greitt; tað er ongin samansvørjing móti Liverpool. Um hann heldur at dómarar døma við vilja til annan partin, so passar tað ikki, men um hann segði at spælararnir hjá Manchester United detta ov lætt, so hevur hann rætt, sigur fyrrverandi toppdómarin í Premier League, Mark Clattenburg.

Hetta er sum drigið úr bókini hjá fyrrverandi venjaranum hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, sum í árnum frá 1986 til 2013 var meistari til at órógva mótstøðuliðini og dómararnar til teir stóru dystirnar.

Sokallaðu “mind games” eru ikki ókendir, og tað hevur heilt víst eisini verið ein ætlan hjá Jurgen Klopp, at fáa sagt hasi orðini, nú Manchester United er nummar eitt í Premier League og kemur á vitjan hjá Liverpool sunnudagin. Mark Clattenburg heldur tó, at Jurgen Klopp er ein hyklari – sjálvt um hann partvís hevur rætt.

- Eg havi hugt eftir øllum ellivu brotsspørkunum sum Manchester United hevur fingið í hesum kappingarárinum, og eg haldi at í fimm av teimum er tað spælarin hjá United, sum leggur upp til brotsspark. Tað er, partvís, smart tí VAR kolldømir sjáldan tá tað er áfast millum spælararnar, sigur Mark Clattenburg og leggur afturat:

##med2##

- Men eg haldi at Jurgen Klopp skal verða varin, tí hansara spælarar detta eisini lætt. Eitt nú Sadio Mané móti Southampton. Jurgen Klopp ljóðar sum ein hyklari, um hann leggur upp til at spælararnir hjá United detta lætt, tí tað duga spælarar sum Sadio Mané og Mohamed Salah eisini, sigur Mark Clattenburg í klummu í Dailymail.

Mark Clattenburg heldur at venjarar kunnu leggja trýst á ein dómara, og nevnir Sir Alex Ferguson sum eitt dømi, og nú Jurgen Klopp. Liverpool og Manchester United møtast sunnudagin.