Manchester United vann seg í gjár víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League við einum 3-1 sigri á Paris Saint Germain. Mest umstrídda støðan kom í yvirtíðini, tá dómarin við hjálp frá VAR, sum er dómarahjálp við video, valdi at bríksla fyri brotssparki til Manchester United.
Les eisini: Bragdið í París - Manchester United er víðari
Damir Skomina metti at verjuspælarin hjá PSG, Presnel Kimpembe, fekk fyrimun av at bólturin fór í hondina á honum, tá Diego Dalot royndi seg við skoti. Drúgt kjak hevur verið um støðuna. Mark Clattenburg, sum fyri fáum árum síðani var millum bestu dómararnar í heiminum, heldur at talan er um brotsspark.
- Dómarin fylgir lógini soleiðis sum UEFA ynskir og tí er brotsspark, men eg hevði ikki dømt tað sjálvur, tí hann ger tað ikki við vilja. UEFA ynskir at tað verður dømt, tá rmurin er úti frá kroppinum ella í ónatúrligari støðu, skrivar Mark Clattenburg í Dailymail í dag.
Hann fortelur víðari, at í Premier League hevði ein slík støða ikki givið brotsspark, men at brotssparkið er í tráð við reglugerðina hjá UEFA. Hartil heldur mark Clettenburg, at slíkar støður altíð síggja verri út á endurtøku við seinferð.
- Dómarin sær støðu á endurtøku við seinferð. Tá sær tað altíð verri út. Um tú gert tað her, so er talan ongantíð um brotsspark, tí spælari roynir at koyra hondina vekk frá bóltinum, sigur Mark Clettenburg.
Marcus Rshford skoraði trygt upp á brotssparkið, sum tryggjaði at Manchester United vinnur uppgerðina við regluni upp á mál á útivølli.
Champions League 1/8:
FC Porto (1) – (2) AS Roma 2-1 (3-1 eftir umdyst)
1-0 Tiquinho, 26
1-1 Daniele De Rossi, 37 br
2-1 Moussa Marega, 52
3-1 Alex Telles, 117 br
FC Porto vinnur samanlagt 4-3
PSG (2) – (0) Manchester United 1-3
0-1 Romelu Lukaku, 2
1-1 Juan Bernat, 12
1-2 Romelu Lukaku, 30
1-3 Marcus Rashford, 90 br
Manchester United vinnur samanlagt 3-3 við regluni um útivallarmál
Í gjár:
Real Madrid – Ajax 1-4 (0-2)
0-1 Hakim Ziyech, 7
0-2 David Neres, 18
0-3 Dusan Tadic, 62
1-3 Marco Asensio, 70
1-4 Lasse Schöne, 72
Ajax vinnur samanlagt 5-3
Borussia Dortmund – Tottenham 0-1 (0-0)
0-1 Harry Kane, 49
Tottenham vinnur samanlagt 4-0