Fótbóltur
Tað var kanska ikki heilt óuppiborið, at Liverpool at enda javnaði til 1-1, tá teir fyri trimum vikum síðani spældu móti Atlético Madrid í Champions League bólkaspælinum.
Men tey flestu mundu vera samd um, at talan var um eitt brotsspark av bíligara slagnum, sum Steven Gerrard fekk, tá hann í 94. minutti fór um koll í brotsteiginum.
Gerrard sendi sjálvur brotssparkið í netið, og tað hevur fingið ilt í hópin av viðhaldsfólki hjá Atlético Madrid. Somikið stór er øðin, at Martin Hansson fleiri ferðir er hóttur eftir lívinum seinastu vikurnar.
- Fyrr havi eg altíð havt mína fartelefon tendraða, men eftir at nummarið hjá mær er lagt út á alnetið, noyðist eg at sløkkja. Hetta tí eg støðugt fekk bæði uppringingar og SMS. Summi av hesum enntá við morðhóttanum, og tað er sjálvandi einki stuttligt, sigur Hansson við svenska Expressen.
Fyri fýra árum síðani gavst landsmaðurin hjá Hansson, Anders Frisk, eftir líknandi hóttanir, men Hansson sigur tó, at hann hevur ikki ætlanir um at gevast.
- Hugurin at gevast hevur nokk ongan tíð verið meira enn tann sami. Men eg havi kortini tikið avgerð um, at hetta skal ikki steðga mær, sigur hann við svenska blaðið.