Tann av dómarunum, sum umboðaði rokksjangruna til Grand Prixið, royndi av øllum alvi at sannføra hinar dómararnar um, at Jens Marni var besta boðið uppá ein danskan Grand Prix luttakara í Oslo. -Eg royndi alt eg kundi, men hinir dómararnir vóru ikki at flyta. Dómararnir vóru eisini alt annað enn rokkfjepparar, so Jens Marni hevði keðilig odds, sigur Chief One.
Chief One er millum annað umboðsmaður hjá føroyska bólkinum The Dreams, og hann heldur tað kortini verða best fyri Jens Marna, at hann ikki vann kappingina.
-The Dreams vóru einaferð í Grand Prix, men tað er tað eingin sum minnist. Hóast hetta var teirra gjøgnumbrot, so eru teir ikki ?Grand Prix bólkur? í eygunum hjá dønum. Jens Marni hevur við hesum gjørt seg merktan, og um hann dugir at gagnnýta tað, so kann hann av álvara gerast eitt stórt rokknavn í Danmark, sigur Chief One.
Hyggjararnir atkvøddu fyri Jens Marna, og tá ið endaliga uppteljingin frá fyrsta umfari var av, var eingin ivi um, at hyggjararnir vildu hava Jens Marna víðari.
-Tað er uttan iva tí, at tann vanligi danskarin ikki er eins bundin at siðvenju og dómararnir kanska eru. Danir tora at senda eitt rokklag víðari til Oslo, tí í veruleikan hevur hetta størsta møguleikan, sigur Chief One sum vísir á, at dómararnir ikki mettu eitt rokklag verða hóskandi til Grand Prix.
Føroyingar fara at bergtaka Eurovision
Chief One er ikki í iva um, at Føroyar skulu hava egnan limaskap í Eurovision. Hann heldur, at um Føroyar gjørdist eitt sjálvstøðugt land, so hevði tónleikur avgjørt kunna ment seg til eina avgerandi útflutningsvinnu.
-Føroyingar fara uttan iva at smyrja alt av í Eurovision, um tit velja at gerast eitt sjálvstøðugt land, og soleiðis fáa limaskap. Føroyingar eru eitt óvanliga evnaríkt fólkaslag, sum heilt avgjørt eigur at satsa uppá tónleikin, sigur Chief 1.