Dómaraverkfallið avblást

Fleiri ivasamar avgerðir hjá kappingarnevndini hóttu við at leggja allan hondbóltin í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini deyðan í óásetta tíð. Men eftir at hondbóltsdómararnir hava fingið lyfti um eina aganevnd, hava teir avblást ætlaða verkfallið

Mikudagin boðaðu hondbóltsdóm­ararnir frá, at teir fóru at leggja niður alla døming í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini fyri­bils, tí teir vóru sera ónøgdir við kappingarnevndina hjá Hond­bólts­sam­bandinum. Serliga vóru teir misnøgdir við viðgerðina, kapp­ingar­nevndin í vetur hevur havt av kærum um reyð kort og annað.
– Stóri trupulleikin er, at fólkini í Kappingarnevndini ikki eru egn­að at sita har, og at dómararnir ikki verða tiknir í álvara. Okkara frá­greið­ingar verða ikki tiknar í álvara, segði Andreas F. Hansen, næst­formaður í dómarafelagnum og al­tjóða dómari, við Rás 2.
– Hondbóltssambandið, sum er okkara arbeiðsgevari, vil ikki verja síni starvsfólk, sum í hesum føri eru dómararnir, og tað góðtaka vit ikki. Vit hava boðað frá, at vit døma ikki aftur fyribils, og tað er upp til Hondbóltssambandið at finna útav, hvussu knúturin verður loystur.
Ein sera álvarslig støða, nú hond­bóltskappingin var komin so langt, at bara eitt umfar var eftir hjá kvinnum og monnum áðrenn FM-finalurnar skuldu spælast.

Semja um aganevnd
Men í gjáramorgunin bórust so onn­ur tíðindi, tí tá eydnaðist Hond­bólts­sambandinum og dómarunum at koma til eina semju, sum fevndi um eina nýggja aganevnd, sum skal viðgera kærur um reyð kort og ann­að, so kappingarnevndin ikki longur skal taka sær av hesum. Restina av hesum kappingarárinum skal ein arbeiðsbólkur røkja uppgávuna, men frá komandi kappingarári kem­ur aganevndin.
Í hesi nýggju aganevndini, ið fær virknað frá komandi kapp­inga­r­ári, skulu vera umboð fyri Hondbóltssambandið, kappingar­nevndina og dómarafelagið, um­framt at ein óheftur juristur eisini skal vera limur í nevndini. Sum skilst, hevur ein slík aganevnd leingi verið eitt ynski, men nú verð­ur hon so veruleiki.

Kunnu ikki kærast
– Tað er eingin loyna, at vit hava verið ósamdir við kappingar­nevnd­ina í fleiri málum fyrr í ár. Vit eru grundleggjandi ósamd um, hvussu málini skulu avgreiðast, segði Andreas F. Hansen við Rás 2 í gjár.
Tað var serliga ein hending um vikuskiftið, ið fekk bikarið at flóta yvir. Hetta var, tá ein spælari, sum slóð reyða kortið úr hondini á dóm­aranum, samstundis sum hann hótti dómaran, slapp við karan­tenu í bara tveir dagar, hóast ein slík gerð undir øllum vanligum um­støðum skuldi givið munandi longri karantenu.
Sum heild hevur kappingar­nevndin í vetur ikki givið karan­tenur, sum hava verið longri enn tveir dystir. Hesar karantenur eru so­leiðis háttaðar, at tær kunnu ikki kærast, men verður farið upp um tveir dystir, ber til at kæra karantenurnar. Tvey undantøk hava tó verið.
Annað undantakið var ein 1. deildarspælari, sum fekk karantenu í eitt heilt ár fyri at hava gjørt seg inn á ein mótspælara, men hann kærdi og fekk viðhald frá dóms­nevndini, sum ógildaði karan­tenuna. Hitt undantakið var, tá fyrr­verandi venjarin hjá Team Klaksvík fekk karantenu í tríggjar dystir, tí hann hevði sagt sína hjartans meining um dómararnar.