Kreppan í Hondbóltssambandinum er av. Í morgun eydnaðist Hondbóltssambandi Føroya og hondbóltsdómarunum at koma til eina semju um eina loysn um kappingarnevndina.
Semjan inniber, at ein nýggj fyrbils nevnd skal viðgera klagur um reyð kort og annað ístaðin fyri kappingarnevndina.
Í nevndini eru umboð frá Hondbóltssambandinum, kappingarnevndini, dómarafelagnum umframt ein juristur.
Samstundis hevur Hondbóltssambandið lovað at gera loysnina varandi við at flyta ábyrgdina av slíkum málum til eina serliga nevnd, sum m.a. verður mannað av einum uttanfyristandandi juristi.
Næstformaðurin í Dómarafelagnum, Andreas F. Hansen, fegnast um loysnina.
- Tað er eingin loyna, at vit hava verið ósamdir við kappingarnevndini í fleiri málum fyrr í ár. Vit eru grundleggjandi ósamd um, hvussu málini skulu avgreiðast, sigur Andreas F. Hansen m.a. við Rás 2.
Serliga var tað ein hending um vikuskiftið, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Ein spælari, sum slóð reyða kortið úr hondini á dómaranum, meðan hann hótti dómaran, slapp við leikbanni í tveir dagar.
Hetta fekk hondbóltsdómararnir í bestu deildini hjá kvinnum og monnum at boða Hondbóltssambandinum frá, at teir blása ikki aftur í floytuna fyribils.
Men nú verður verkfallið av ongum, og finalurnarnar um føroyameistaraheitið avgreiðast um tvær vikur, verða dømdar.









