Dómaraskeiðið verðu hildið komandi vikuskiftið frá fríggjadegi til sunnudag. Skeiðið snýr seg bæði um kropsligan førleika og ástøði um døming.
Fríggjadagin skulu dómararnir til rennitest í høllini á Hálsi, og leygardagin fer danin Peter Mikkelsen at hava sítt fyrsta innlegg.
Dómararnir í 1. deild fara harumframt at viðgera farna kappingarár, og dómarafelagið fer eisini at hava aðalfund.
Leygarmorgunin verður áhugaverdur pallborðsfundur við heitinum ?hvussu ynskja vit, at ein føroyskur dómari skal vera í framtíðini?. Við pallborðið sita venjari, ein leikari, ein dómari og ein tíðindamaður.
Jógvan Jensen, Nemus N. Djurhuus og Peter Mikkelsen fara eisini at vísa brot úr dystum og viðgera hesi brot.
Peter Mikkelsen hevur dømt í bæði HM- og EM-endaspølum, og tí verður áhugavert at hoyra, hvat hann hevur at siga um føroyskar dómarar.