Flogbóltssambandið hevur sent skriv til feløgini kring landið, har boðað verður frá, at dómaraskeið veðrur hildið í Havn vikuskiftið, 7. og 8. oktober.
Tað verða teir báðir, Hans Ole Nielsen og Torben Jensen, sum skulu undirvísa luttakarunum, og einki er at ivast í, at hetta eru kompetentir frálærarar.
Dómaraspurningurin hevur ofta verið ein trupulleiki hjá flogbóltinum seinnu árini, og tí hevur FBF hesa ferð sett sum treyt, at feløg, sum hava umboðan í meistaradeildini í minsta lagi skulu senda tvær dómarar á skeiðið.