Dómaraskeið í boccia

dómaraskeið

ÍSB skal skipa fyri Norðurlandameistaraskapi í Boccia 12-14.mai 2006.
Til slíka stóra kapping er brúk fyri nógvum dómarum og hjálparfólki, tí verður eitt dómaraskeið hildið 10.-11.sept. í ár.
Boccia er eitt spæl, ið gerst alt meira umtókt, eisini her hjá okkum, og so er hetta eitt spæl, ið er sera vælegnað til allar aldursbólkar, um so fólk er væl fyri ella ikki. Í kappingarhøpi verður tó lagdur dentur á kapping fyri bólkar, sum eru heldur verri fyri likamliga. Spælararnir verða býttir upp í klassar eftir kropsligum førleika, og kappingin kann vera sera hørð.
Í ÍSB rokna tey við stóra luttøku til norðurlandameistaraskapi. Danmark og Svøríki hava longu boðað frá, at tey koma við 12-16 spælarum hvør + hjálparum og venjarum. Til seinasta norðurlandameistaraskapið, sum var í Finlandi í 2004, vóru 60-70 luttakarar, og við venjarum og hjálparum vóru gott 100 fólk savnað um kappingina.
Dómaraskeiðið verður hildið á Eysturskúlanum, og byrjað verður kl.9 henda leygarmorgunin 10.sept. Tað vera teir báðir Arne Madsen og Arne Refsgaard úr danska bocciasambandinum, sum fara at standa fyri skeiðnum.