B36 spældi í dag sín fimta javnleik í sjey dystum, og givið er, at høvuðsvenjarin, Jákup á Borg er vónsvikin um javnleik 0-0 við Margáir í Streymnesi.
Jákup á Borg heldur, at hansara menn, serliga í fyrra hálvleiki spældu væl, og stóðu seg væl, meðan tað sama var ikki galdandi í sama mun í seinna hálvleiki. Jákup heldur eisini, at nakrir av teimum royndaru spælarunum ikki traðkaðu í karakter, tá brúk var fyri teimum.
Jákup á Borg er tó mest ørkymlaður um, at B36 og tey liðini, sum eftir hansara tykki royna at spæla fótbólt verða ikki nóg væl vard av dómarunum. Jákup á Borg heldur, at tað er alt ov lætt hjá mótstøðuliðunum, tá tey sleppa at steðga flótandi B36-spælinum við hørðum spæli. Jákup vónar veruliga, at vend kemur í viðvíkjandi hesum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jákup á Borg fyrr í kvøld.