Dómararnir verða bakkaðir upp

Upprunin til málið um kæruna frá Neistanum, er kanska fyrst og fremst, at dómaraparið í dystinum - Rúni Mohr og Ragnar Rasmussen - ikki førdi nakað yvirlit yvir útvísingar og annað, soleiðis sum eitt dómarapar eigur at gera.
Formaðurin í Dómarafelagnum, Eyðun Samuelsen, ásannar, at talan var um eitt mistak hesum viðvíkjandi, men hann vil á ongan hátt harta dómararnar fyri hetta.
- Fyrst og fremst, so skal viðmerkjast, at dysturin varð framskundaður. Tí verða dómararnir ringdir upp við boðum um at møta alt fyri eitt. At teir so í hesum gloymdu kortini at skriva á eftir, er sjálvandi harmiligt, og teir áttu helst at funnið upp á onkra neyðloysn hesum viðvíkjandi.
- At talan so samstundis verður um ein dyst, har slíkt ivamál skal stinga seg upp, ger sjálvandi støðuna enn meira keðiliga. Og hetta ásanna dómarararnir eisini sjálvir.
- Talan er um eina øgiliga keðiliga hending. Og eingin man harmast hetta meira enn dómararnir sjálvir. Men tíbetur kunnu vit staðfesta, at teir báðir hava reagerað positivt upp á hetta. Teir hava dømt nógvar dystir síðani, og teir hava eisini dømt væl, og tað haldi eg vísir, at teir hava rætta hugburðin til dømingina, staðfestir Eyðun Samuelsen at enda.