Dómararnir veðurfastir í Keypmannahavn

Hondbóltur: Dómararnir og landsliðið hjá Grikkalandi lendu í morgun

Føroyar eru um vikuskiftið vertir fyri undankappingini til EM-undankappingina í manshondbólti. Føroyar eru í bólki við Kýpros og Grikklandi.

 

Les eisini: A-landsliðið vil eisini víðari

 

Landsliðið hjá Kýpros lendi eftir ætlan mikukvøldið, og hava vant í høllini á Hálsi bæði mikukvøldið og hóskvøldið. Føroyar og Kýpros spæla í kvøld klokkan 20.

 

Dómararnir, sum eru úr Lettlandi, og landsliðið hjá Grikkalandi skuldi eftir ætlan koma til landið í gjárkvøldið. Hvørki dómarar ella landsliðið hjá Grikklandi fóru úr Keypamannahavn, og hava gist í danska høvðusstaðnum, tí tað var ikki lendandi í Føroyum.

 

Les eisini: Rás2 sigur frá EM hondbólti

 

Betri gekk í morgun, tá flúgvarin hjá Atlantic Airways lendi í øllum góðum. Dómararnir hava nú eina løtu at fyrireika seg til dystin í kvøld, meðan Grikkaland fyrst skal spæla í annaðkvøld móti Kýpros.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá EM-landsdystinum millum Føroyar og Kýpros, sum verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20. Rás2 byrjar at senda klokkan 19 við upptakt. Julian Johansen, venjari hjá Kyndli, verður viðmerkjari.