Hondbóltur
Fleiri ferðir hevur verið at hoyrt, at føroysku hondbóltsdómararnir hava sóknast eftir onkrum formi fyri felag, har mál, sum serstakliga viðvíkja dómarunum kunnu viðgerast.
Onkun tíð hevur eisini verið gjørd ein roynd at fáa eitt slíkt felag sett á stovn, men áhugin fyri hesum hevur kortini ikki verið hin stóri. Eitt nú møttu einans tríggir dómarar, tá líknandi fundur skuldi haldast í fjør, men nú tykist vent í holuni í so máta.
Sunnumorgunin var nevnliga fundur á skránni, og hesa ferð var talan um heilt góða uppmøting.
Enn er sjálvsagt somikið stutt fráliðið, at einki ítøkiligt er komið á borðið, men sum skilst, so var tó breið semja um, at nú skal felag setast á stovn. Fyri fyrst er ætlanin at kanna seg fyri hjá eitt nú fótbóltinum, hvussu dómararnir har hava skipað seg, og til komandi aðalfundin hjá HSF er so ætlanin at leggja fram uppskot um, hvussu eitt nýtt dómarafelag kann skipast.
Aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum verður væntandi hildin eina ferð í mei mánaði.