Dómararnir taka rennitest

Í morgin verður fyrsta royndin við nýggju testini hjá FIFA fyri altjóða dómarar gjørd á Svangaskarði. Dómarar og hjálpardómarar skulu standa royndina, um teir skulu døma altjóða dystir. Royndin á Svangaskarði er fyrst og fremst ætlað føroysku FIFA-dómarunum og hjálpardómarunum, men Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at aðrir dómarar eisini eru vælkomnir at royna rennistestina týsdagin. Hendan testin verður neyðug, um dómarar skulu gera sær vónir um at sleppa at døma fyri FIFA.