Sigrið Leivsdóttir mundi, av órøttum, verðið tveitt úr kappingini í fyrsta umfarið, men knáa kollfjarðagentan vísti seg at vera stinnari enn sjálvt dómararnir.
Í fyrsta innleiðandi umfarinum í stavikappingini »Stava rætt« í Norðurlandahúsinum, varð Sigrið Leivsdóttir, av órøttum, dømd at hava eitt orð skeivt stavað.
Talan var um orðið »avvarðandi«, sum dómararnir høvdu stavað »avvarandi«. Sigrið Leivsdóttir hevði stavað orðið við »ð«, og varð tískil dømd at hava feil har.
Men tá umfarið var av, gjørdu málkunnug fólk vart við seg, og vístu á at orðið stavaðist »avvarðandi« við »ð«. Tískil kom hon víðari til seinna umfarð, sum hon tó noyddist at gjøgnumføra aftanfyri senuna, og við øðrum spurningum.
Hon kom tó væl og virðiliga ígjøgnum næsta umfarið, og hevði fýra av fimm orðum røtt, og kom tískil beinleiðis í finaluna saman við Sigmund í Garði, meðan Katrin Kamban noyddist gjøgnum »Javnbrótarar« fyri at koma í finaluna.
Sostatt vísti Sigrið Leivsdóttir seg at verða stinnari enn sjálvt dómararnir í hesum orðinum.










