Meðan rennifelagið í Havn skipar fyri flaggdagsrenning, hava føroyskir fótbóltsdómarar eisini nakað av renning á skránni.Flaggdagin verður nevnliga skipað fyri samling, har rennitest er fyrsta punktið á skránni. Eftir testina verður fundur við dómararnar, har hesir koma at gjøgnumganga ymisk viðurskifti, sum hava við fótbóltsdøming at gera.










