Fótbóltsdómarafelagið og Føroya Bjór skrivaðu fríggjadagin undir sponsorsáttmála fyri komandi kappingarár.
Hetta er næsta ferðin, at fótbóltsdómarar gera slíkan sáttmála. Fyrra ferðin var fyri tveimum árum síðani, tá LÍV gjørdist stuðul hjá dómarunum. Ætlandi skal nýggi sáttmálin eisini fevna um tvey ár, men í fyrstu atløgu fevnir undirskriftin so bara um hetta eina árið.
Tá dystir verða leiktir, verður tó ikki heilt so sjónligt, hvør er stuðul hjá dómarunum. Fótbóltsreglurnar siga, at tað bara er loyvt at hava lýsingar á ermuni á búnanum, og tí verður tað bert her, at jolly-logo?ið sleppur framat á sjálvum dómarabúnanum. Hinvegin eru ongar ásetingar fyri, hvussu venjingarbúnin hjá dómarunum kann síggja út, og tí verður hetta helst meira sjónligt her.