Løgmanssteypið
Tað er ein strævin dystarskrá, sum liggur fyri framman hjá teimum 12 feløgunum, sum skulu dystast í bólkaspælinum í steypakappingini. Frá leygardegnumm og góða viku fram, skal hvørt liðið avgreiða fýra dystir. Spælt verður nú leygardagin, skírishósdag, páskaaftan og 2. páskadag, áðrenn komið er fram til, hvørji tey átta liðini verða, sum skulu taka lut í fjórðingsfinalunum. Umframt hesar fýra dystirnar, eiga FS Vágar og NSÍ eisini ein dyst til góðar, og verður hesin leiktur hósdagin, 19. apríl.
Umframt dystirnar hjá mansliðunum, er gongd nú eisini komin á steypakappingarnar hjá hinum deildunum, har tað somuleiðis eru hópin av dystum, sum skulu avgreiðast.
Dómarar skulu sjálvandi eisini til fyri at avgreiða dystirnar, og FSF hevur nú sent dómarayvirlitið fyri hesar dystir út. Niðanfyri verður víst, hvør dómari skal døma í einstøku dystunum í kappingini um løgmanssteypið.
Bólkur 1
07.04 KÍ-B68 Birgir Sondum
07.04 B71-ÍF Eiler Rasmussen
12.04 B68-ÍF Niklas á Líðarenda
12.04 B71-KÍ Petur Hansen
14.04 B71-B68 Oddmar Andreasen
14.04 KÍ-ÍF Suni Johansen
16.04 B68-KÍ Eiler Rasmussen
16.04 ÍF-B71 Birgir Sondum
Bólkur 2
07.04 GÍ-HB Suni Johansen
07.04 B36-TB Oddmar Andreasen
12.04 HB-TB Regin Egholm
12.04 GÍ-B36 Lassin Isaksen
14.04 B36-HB Niklas á Líðarenda
14.04 GÍ-TB Petur Hansen
16.04 HB-GÍ Lassin Isaksen
16.04 TB-B36 Oddmar Andreasen
Bólkur 3
07.04 EB/S-VB Niklas á Líðarenda
07.04 NSÍ-FSV Lassin Isaksen
12.04 FSV-VB Eiler Rasmussen
12.04 NSÍ-EB/S Suni Johansen
14.04 NSÍ-VB Birgir Sondum
14.04 EB/S-FSV Lassin Isaksen
16.04 VB-NSÍ Niklas á Líðarenda
16.04 FSV-EB/S Petur Hansen
19.04 FSV-NSÍ Tummas P. Olsen










