Dómararnir fundaðust

Fríggjadagin høvdu fótbóltsdómarar og hjálpardómarar fund í B36-húsinum, har avrik teirra fyri farna kappingarárið vórðu eftirmett

Fótbóltsdómarar


Umframt at tikið varð samanum farna kappingarárið, vórðu dómararnir eisini kunnaðir um, hvørjar ætlanir dómarafelagið hevur fyri komandi árið. Bæði hvat viðvíkur skeiðvirksemi, venjingum royndum og so framvegis.


Havnarmenn aftur tøkir

Einki er at taka seg aftur í, at farna kappingarár var eitt av teimum meira rokmiklu, hvat føroysku dómarunum viðvíkur.

Rættiligur eldur kom í her, eftir eina hending í Klaksvík, har hjálpardómari varð sligin í búkin av áskoðara.

Úrslitið varð í fyrsta umfarið, at dómarafelagið samtykti at fara í verkfall. Hetta varð tó seinni avblást, men ein avleiðing av øllum hesum var, at dómarabólkurin hjá Oddmar Andreassen segði seg frá allari døming fyribils.

Seinni segði dómarabólkurin hjá Birgiri Sondum seg eisini frá, so eftir at Havnin við kappingarársbyrjan hevði verið umboðað við trimum bólkum, var eingin av hesum bólkum umboðaður í seinnu hálvu. Triði bólkurin var tann hjá Kim Ejdesgaard, sum eftir fyrru hálvu legði floytuna á hillina, eftir at hann í meira enn 20 ár hevði floyta dystir í bestu deildini. Regin Egholm, sum var hjálpardómari hjá Birgiri Sondum, dømdi tó nakrar dystir móti endanum av kappingini.


Ikki ráð at missa00

Sum nevnt, so eru teir báðir havnarmenninir nú aftur tøkir at døma, og einki er at taka seg aftur í, at fyri føroyskan fótbólt er hetta at fegnast um.

Tað skerst ikki burtur, at skal fótbólturin framhaldandi menna seg, er alneyðugt, at dómarabólkarnir eisini fylgja við. Skal hetta verða veruleiki, eru ikki ráð til at missa nakrar av bestu í royndastu bólkunum.