Dómararnir fingu ikki boð

Aðru ferð á rað vóru trupulleikar við dómarunum, tá Tjaldur og VB skuldu spæla

Hondbóltur

Tá tey bæði liðini hittust í Vági, var hetta samstundis, sum finaludagur var fyri yngru deildirnar.
Her verða øll tey fremstu dómarapørini í landinum brúkt, og tí bar ikki til at fáa nakað av hesum til Vágs, hóast reglurnar fyriskriva, at allir dómarar í fremstu deildini skulu hava staðið dómararoyndina.
Og í gjár var aftur galið. Hesa ferð grundað á eina misskiljing, sum bar við sær, at Ragnar Simonsen og Rúni Mohr, sum skuldu døma dystin, als ikki høvdu fingið boð um hetta. Og longu í gjárkvøldið sendi Hondbóltsdómarafelagið út tíðindaskriv, har teir harmaðust hendingina.
- Av misgávum, hetta millum Hondbóltsdómarafelagið og Hondbóltssamband Føroya, bleiv skeivt yvirlit sent út, til ásettu dómarar til dystin.
- Tað harmar okkum í Hondbóltsdómarafelagnum almikið, at slíkir feilir henda, tó at vit mugu ásanna, at slíkir feilir koma fyri. Men vilja vit gera alt hvat liggur í okkara makt, at slíkir feilir ikki henda aftur, skrivar felagið í skrivinum, sum varð sent fjølmiðlunum í gjárkvøldið.