Tað er ikki ókent í t.d. Italia, og í Føroyum hava vit havt ein feril av tí fyrr í summar. Og nú hótta donsku dómararnir við, at um teir ikki fáa meiri í løn, so vilja teir ikki døma, tá fyrsta umfarið í superliguni er á skránni í vikuskiftinum.
Og tað sær svart út. Feløgini halda, at krøvini hjá dómarunum eru so ógvuslig, at tað verður ikki talan um at siga ja til tey. Nú fær ein dómaratríbólkur sjey túsund krónur fyri at døma í superliguni. Dómararnir krevja at fáa fjúrtan túsund krónur, og Kim Milton Nielsen, sum er samráðingarleiðari hjá dómarunum sigur, at tað verður ikki talan um at boyggja seg. Dómararnir siga, at nú er tað liðugt við at spæla fittir. Teir síggja seg sum týðandi part av fótbóltinum, sum tað eru nógvir pengar í, og teir dugu ikki at skilja, at tað ikki eru ráð til at løna teimum orduliga, tá feløgini hava ráð til so mangt annað.
Í DBU siga teir seg ikki hava nakra neyðloysn klára. Um eingin semja verður gjørd í hesi vikuni, so verður eingin superligu fótbóltur í vikuskiftinum. Men tað man ivaleyst fara at laga seg, sum tað plagar, t.d. í Italia, har ósemjur av hesum slagnum plaga at verða loystar stutt undan, at dystirnir eru ásettir at verða.
Í 1988 var kuril á tráðnum millum dómararnar og felagið hjá divisiónsfeløgum, sum eru teir, ið rinda dómarasamsýningarnar. Ta ferðina varð ein loysn funnin 20 tímar undan at dystirnar vórðu ásettir at vera.
Í føroysku kappingini er samsýningin til dómaratríbólkin 1.600 krónur, tá talan er um 1. deildardyst á mannfólkasíðuni. Samsýningin fevnir um dømingina og um allar aðrar útreiðslur.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.









