Dómararnir eru burtur í oktobur

Formaðurin í hondbóltsdómarafelagnum sigur, at nýggja skipanin væl kann skræða teppið undan føroysku hondbóltsfeløgunum

- Vit duga bara at síggja, at hetta kann fáa heilt álvarsligar avleiðingar fyri hondbóltin.
Somikið bersøgin er formaðurin í hondbóltsdómarafelagnum, Hartvig Joensen, sum ber ótta fyri, at hondbólturin væl kann standa uttan dómarar, tá farið verður undir næsta kappingarár, um eingin regulering verður gjørd í nýggju lógini.

Undirskot av døming
Verandi skipan við hondbóltsdómarum er soleiðis, at dømir eitt dómarapar dyst í Atlantic Airways- ella Sunset-kappingini, fáa dómararnir goldið 1.200 kr.. Er talan um dupultan dystardag, har dystir í fremstu kvinnu- og mansdeildini verða dømir, er samsýningin 2.000 fyri dómaraparið.
Tað vil siga, at hvør dómari fær 1.000 kr., og í hesum tali er innrokna ferðakostnaðir v.m., sum dómararnir soleiðis sjálvir mugu avhalda.
Men eftir nýggju lógartekstinum verður so sum so við lønini, sum dómararnir fáa fyri ómakin. Verða verandi takstir nýttir sum grundarlag, kann roknast við, at ein dómari upp á eitt álmanakkaár forvinnur á leið 25.000 kr. brutto. Altso áðrenn ferðaútreiðslur eru goldnar.
Skulu hesar 25.000 kr. gjaldast yvir skattaskipanina, verður hetta í fyrstu atløgu toppskattað, tí roknast kann við, flestu dómararnir undan hesum hava eina vanliga løn. Verður roknað við 55% í marginalskatti, eru tá 11.250 kr. eftir til dómaran, sum av hesum skal gjalda mat, bensin, ferðaseðil ella kanska tunnisgjald av upphæddini. Og tað sigur seg sjálvt, at tá er ikki nógv eftir. Og vil illa til, verður talan um beinleiðis undirskot av dømingini.

Gevast í oktober
Og tað er júst hendan støðan, sum fær Hartvig Joensen at siga, at vit væl kunnu standa uttan dómarar til komandi kappingarár.
- Við verandi aktiviteti hjá fremstu pørunum, so verður markið nátt í oktober mánaði ella so. Og hava vit undan komandi kappingarári dómarar, sum eru komnir nær teimum 15.000 kr., so er tað púrasta sjálvsagt, at hesir tá steðga við at døma. Verður farið upp um markið, so er tað jú øll upphæddin, sum fellur til skattingar, og tí verður talan um veruligan skattasmekk, um dómarin tá hættar sær út á vøllin.
- Og so stuttligt er tað altso heldur ikki at døma. Eg skal á ongan hátt siga, at fíggjarligi parturin er orsøkin til, at menn tíma at døma. Men tað er undir øllum umstøðum eitt plástur á sárið, um eg so má siga. Tí tað eru jú heilir dagar, sum verða nýttir, so tað er ikki annað enn náttúrligt, at ein samsýning verður latin.
- Alternativt mugu feløgini tvífalda samsýningina, men verður hetta gjørt, so má tað vera galdandi fyri alt árið, og tað hava feløgini neyvan ráð til, sigur Hartvig Joensen, sum eisini fýlist á, at felagið als ikki er hoyrt í málinum.
- Eg veit, at ÍSF er hoyrt, men vit hava so ongan tíð fingið nakað sum helst at vita. Og tað haldi eg vera løgið, tá vit so sanniliga verða raktir av lógarbroytingini, sigur Hartvig Joensen.