Føroya Bjór og føroyska hondbóltsdómarafelagið hava longt um sponsor-sáttmálan, sum varð gjørdur undan kappingini í fjør.
Upprunaliga var talan um eitt-ára sáttmála, og hendan hava báðir partar helst verið nøgdir við. Somikið nøgdir, at sáttmálin nú er longdur í tvey ár.
Um dómararnir so bara at Jolla sær, ella um teir nú eisini kunnu fáa sær eitt sindur av Sisu, sum Føroya Bjór eisini framleiðir, verður tó ikki upplýst.