Málmaðurin Jens Lehmann hevur altíð dugað at gjørt vart við seg, og nú er hann aftur komin í yvirskriftirnar. Hann heldur, at oddaliðið í bundesliguni, Wolfsburg, hevur fingið hjálp frá dómarunum at røkka heilt fram í kappingini. Lehmann heldur, at Wolfsburg ongar dómaraavgerðir hava havt ímóti sær. Um Wolfsburg fær minst javnleik í seinasta dysti í týsku kappingini, eru teir meistarar.










