Døming
Fótbóltssambandið skipar sunnudagin fyri árliga dómaraskeiðinum, har har góðkendu instruktørarnir hjá sambandinum fara at læra frá sær til verandi og komandi dómarar.
Niclas á Líðarenda og Egga Jensen, sum eru ávíkavist instruktørur og lógartulkari, hava sjálvt skeiðið um hendi, og tá frálæran er liðug, verður endað við próvtøku.
Kostnaðurin fyri hvønn luttakaran er 100 kr., og fer tilmeldan fram við at senda inn oyðiblað til FSF. Seinasta freist fyri tilmeldan er í dag, hósdagin.