Dómarar fáa altjóða avbjóðing

    

Støðugt er boð eftir føroysku fótbóltsdómarunum, tá altjóða dystir skulu dømast í ymsu europeisku kappingunum, og mikudagin skulu fýra teirra avgreiða eina uppgávu í EM-undankappingini fyri U21-lið.
Tá skal Lassin Isaksen døma dyst í Volgograd millum Russland og Albania, og linjudómarar hjá honum verða Jón Kári Frederiksen og Jens Albert Simonsen. Birgir Sondum verður við sum fjórðidómari.
Teir fýra fara úr Føroyum mánadagin og koma aftur hósdagin.