Fótbóltur
25 upptøkutól síggja munandi meira, enn tvey eygu hjá einum dómara. Og somu upptøkutól megna eisini betri at fylgja við dystinum, enn eyguni hjá dómaraeygleiðarunum gera tað.
Hetta er í høvuðsheitum orsøkin til, at FIFA undir HM-kappingini fer undir nýggja eygleiðaraskipan til dómarar. Ella kanska er talan um víðkaða eygleiðaraskipan.
Vilja nýta fyrimunirnar
Vanligi eygleiðarin, sum ígjøgnum nógv ár hevur verið fastur partur av altjóða dystum, verður eisini framveigs til staðar, men hartil verður talan eisini um sjónvarpseygleiðing. Her fara tríggir eygleiðarar at taka støðu til, hvussu dysturin sær út hjá sjónvarpshyggjarum kring allan heim. Og eins og hyggjararnir, so hava hesir eisini møguleika at síggja hendingar úr nógvum vinklum og við ymsari ferð á avspælingini.
Í praksis verður metingin framd á sama hátt, sum hjá dómaraeygleiðaranum, men við at taka tøknina til hjálpar, vónar FIFA, at metingin av dómarunum kann gerast enn meira nágreinulig.










