Dómarapørini leggjast afturat

Hondbóltskappingin stendur fyri størstu avbjóðingini í nýggjari tíð.

Ongin vil døma og tað merkir, at ongin sleppur at spæla. Í løtuni er bara eitt dómarapar tøkt og tað sigur seg sjálvt, at tað letur seg ikki gera, at gjøgnumføra kappingina við einum dómaraparið.
Í gjár kærdi Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, og Hartvig Joensen, formaðurin dómaranevndini, sína neyð.
- Nú mugu feløgini koma við dómarum, ella verður kappingin ikki gjøgnumført, er boðskapurin.
Nú ljóðar, at fleiri áhugaverd nøvn hava bjóaðað seg fram at royna seg sum dómarar. Hetta er alt avgerandi fyri at hondbóltskappingin kann fara av bakkastokki um eina viku.
Í fjør var um reppið, at kappingin ikki kundi gjøgnumførast, tí tað vóru bara fýra dómarapør. Men nú hava fleiri av teimum takka fyri seg. Millum annað altjóða dómarin, Andreas F. Hansen, sum er blivin venjari hjá kvinnunum hjá Kyndli.
Trupulleikin er iki nýggjur og helst skuldi dómarafelagið havt hálað stykkið úr longu í fjør, fyri at vísa á hvussu stórur trupulleikin er.
Sum skilst, so er møguleiki fyri at koma upp á fimm dómarapør, men arbeitt verður við at fáa fleiri dómarar at leggjast afturat.
Sostatt sær út til, at hondbóltskappingin verður gjøgnumførd.