Dómarans meting er avgerandi

Dómararnir í dystinum millum Neistin og H71 halda seg vera ósekar í kærumálinum, og tí vinnur kæran frá H71 neyvan frama

Hondbóltur

- Tað er keðiligt, at tað verður trýst á klokkuna, tí eg dugi ikki at síggja, at spælið verður ávirkað av hasum lokinum. Og eyka keðiligt verður tað, tá annað liðið í somu løtu fer í skjótálop. Soleiðis sigur Uni Wardum, sum saman við beiggjanum. Hannis, dømdi dystin millum Neistan og H71.
Um spurningin, hvørt H71 skuldi fingið brotskast eftir ta hendingina, sigur Uni, at tað altíð er ein metingarspurningur.
- Missir eitt lið ein upplagdan málmøguleika, so skal brotskast dømast. Í hasum ítøkiliga málinum vóru vit ikki heilt vísir í, hvussu upplagdur møguleikin var, og tí valdu vit at byrja við fríkasti ístaðin, sigur Uni.
Hendingina kring seinasta fríkastið er Uni hinvegin púra ivaleysur í. Tá vit steðga tíðini, vísir okkara klokka, at tvey sekund eru eftir. Og tað er altíð klokkan hjá dómarunum sjálvum, sum er tann rætta, sigur Uni.

Metingin avgerandi
Út frá hesum ber illa til at ímynda sær, at Kappingarnevndin hjá HSF fer at geva H71 viðhald í síni kæru.
Ein av grundreglunum innan kæruviðgerð innan ítróttin er, at dómarans meting ikki kann broytast. Tann spurningurin hevur verið viðgjørdur av bæði Kappingar- og dómsnevndum hjá ymsu sersambondunum, og hvørja ferð hevur niðurstøðan verið tann sama. Vísandi til reglugerð fyri dómsnevndir innan ÍSF verður víst á, at ein dómsnevnd ikki hevur heimild at broyta meting dómarans í kapping.
Bæði førini, sum kæran frá H71 umrøður, snúgva seg júst um dómarans meting, og tí er illa hugsandi, at kæran frá H71 verður gingin á møti. Í øllum førum ikki av Kappingar- ella Dómsnevnd.