Hallur Hansson sleppur ikki at spæla næstu tveir dystirnar hjá AC Horsens, móti ávikavist Esbjerg og Randers.
Orsøkin er reyða kortið, sum hann fekk í dystinum móti OB um vikuskiftið. Hallur Hansson fekk tvey gul kort í dystinum, men AC Horsens valdi at kæra útvísingina til dómsnevndina, tí felagið metti, at bæði tey gulu kortini vóru skeiv.
Serliga seinna gula kortið hevur fingið nógv uppmerksemi. Hallur Hansson dettur inni í brotsteiginum hjá OB, men dómarin helt, at hann tveitti seg fyri at vinna eitt brotsspark. Dómarin valdi tí at hála ostaflísina úr lummanum og vísa føroyska landsliðsspælaranum av vølli.
AC Horsins kærdi, men dómaranevndin hevur valt at staðfesta reyðakortið, sum tí merkir, at Hallur Hansson hevur leikbann í tveir dystir.
Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens sigur við danskar miðlar, at dómarin heldur framvegis, at hann tók rætta avgerð, og tí vil dómaranevndin ikki kolldøma avgerð hansara.
Í videobrotinum omanfyri sæst støðan, tá Hallur Hansson fær reytt kort. Tað hendir, tá 2 minuttir, 20 sekund eru spæld av brotinum.










