Fótbóltur
David Villa verður spældur einsamallur móti málverjanum. Olof Mellberg og Petter Hansson megnaðu ikki at verja fyri fríspælingini, og framherjin hevur nú møguleikan at tryggja Spania víðari luttøku. Hann sendir til vinstru hjá málverjanum Andreas Isaksson, meðan øll eygleiða bóltinum, sum hevur beina kós móti málinum. Klokkan vísir 92 minuttir, og Spania er á odda við tveimum málum móti einum.
- Tað ger ikki støðuna hugaligari, at Spania fær sigursmálið júst eftir, at ein av okkara verður hálaður, var viðmerkingin hjá svenska landsliðsvenjaranum, Lars Lagerbäck, eftir ósigurin.
Luis Aragones og spanski landsliðshópurin hava verið flúgvandi í fyrstu dystunum, og úrtøkan ber við sær, at venjarin ætlar at geva fleiri av stuðulsleikarunum frí í seinastu bólkadystinum.
- Vit vóru við yvirlutan fyrstu stóru løtuna av dystinum og komu uppiborið á odda. Seinni mistu vit takið, og teir javna. Vit royndu at fáa sigursmálið í seinna umfarinum, og tað eydnaðist. Vanliga eru seks stig nógmikið til at vinna seg víðari. Eg vænti, at vit gera broytingar í uppstillingini í dystinum móti Grikkalandi, segði spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones.
David Villa hevur verið ein av stóru leikarunum í hesum EM-endaspælinum. Fýra mál eftir tveimum dystum sigur ikki lítið um framherjan.
- Hetta málið smakkar væl betri enn tey trý, sum eg skjeyt móti Grikkalandi. Vit vóru betra liðið, men vit stríddu okkum til sigurs. Teir tóktist nøgdir við javnleikin. Míni mál eru ikki tey mest umráðandi, men sjálvandi eri eg fegin um tey. Vónandi halda vit áfram við hesum, helst líka til 29. juni, segði David Villa eftir dystin.