Dómarafrágreiðingin er ikki orsøkin

Tað tykist púrasta víst, at tað eru onnur atlit enn tey, sum dómararnir hava nýtt í síni frágreiðing, sum eru grundarlag undir dóminum, sum Kappingarnevndin um jólini feldi yvir Hans Áka Dal Christiansen

Tað tykist, sum tekur fløkjan kring viðgerðina av málinum um mansdystin millum Neistan og Kyndil ongan enda.
Umframt dómarafrágreiðingina, sum varð send inn um tilburðin, so eru greiðar ábendingar um, at Kappingarnevndin hjá HSF eisini hevur fingið frágreiðing, sum er send inn av umboði við dómaraborðið. Og eftir øllum at døma er tað eisini hendan, sum hevur verið atvoldin til ógvusliga harða dómin, sum Kappingarnevndin hevur felt í málinum.

Skapar anarki
Er tað so, at onnur atlit enn tey, sum framganga av dómarafrágreiðingini, eru nýtt at viðgera eitt kærumál, so er hetta í øllum førum greitt brot á tær mannagongdir, sum áður hava verið nýttar í slíkum viðgerðum.
Einasta fordømi, har onnur atlit eru tikin við, er málið frá seinasta kappingarári, tá Stjørnan nýtti videoprógv, tá liðið kærdi um atburðin hjá Nicoletu Radu Hansen í fyrsta finaludystinum millum liðini. Ta ferðina varð kæran avvíst av Kappingarnevndini, sum ikki segði seg hava heimild at nýta videoupptøkur sum próvgrundarlag. Og tá Dómsnevndin í kæruviðgerð síni brádliga loyvdi sjónbandapróvførslu, var ein ávísur harri leysur.
Somikið leysur, at formaðurin í Kappingarnevndini, Jógvan Martin Mørk, segði seg als ikki kunna liva við hesum.
- Ein slíkur dómur vil skapa reint anarki innan hondbóltin. Tú brúkar eina mest sum tilvildarliga upptøku til knappliga at broyta siðvenju, og tað kann eg slettis ikki góðtaka, segði hann í viðtali ta ferðina.

Próvlistin
Ítróttardómstólurin kolldømdi seinni úrskurðin hjá Dómsnevndini. Orsøkin var, at Dómsnevndin hevði tikið støði í, at tað ongastaðni stóð nevnt, at sjónbandaprógv ikki kundi nýtast. Vanligt er, at slík próvførsla byggir á ein positivt-lista, har staðfest verður, hvørjar frágreðingar og atlit annars kunnu nýtast. Og boðskapurin úr Ítróttardómstólinum var greitt, at slík siðvenja ikki kann broytast, uttan at málið hevur verið til viðgerð hjá Starvsnevndini ella hjá aðalfundinum.
Roknast kundi tí við, at spurningurin um próvførslu fór at verða umrøddur á aðalfundinum hjá HSF, men hetta hendi tó ikki. Tí er tað enn sum áður dómarafrágreiðingin, sum eigur at vera grundarlagið undir viðgerðini, um talan ikki skal vera um púra nýggja siðvenju.