Dómaraatfinningar: Linari revsing í dag enn í 2016? (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við formannin í dómaranevndini hjá HSF, Jógvan Emil Nielsen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá sendingini SportBoxini hjá FM1:

 

1) Hoyr bersøgnu útsøgnina høvuðsvenjarin hjá H71, Sonni Larsen hevði á FM1 um dómaraavrikið í dystinum H71-Neistin 22-22 farna sunnudag. Sjúrður H. Hoydal gjørdi samrøðuna.


2) Hoyr bersøgnu útsøgnina Heini Hanusarson hjá VÍF hevði um dómaraavrikið aftaná dystin KÍF-VÍF 27-23 í steypakappingini 29. januar í 2016. Tróndur Arge gjørdi samrøðuna.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við formannin í dómaranevndini hjá hondbóltssambandinum, Jógvan Emil Nielsen.

 

Meðan Heini Hanusarson fekk leikbann í 2016 fekk Sonni Larsen trý ár seinni bert eina átalu.

 

Sjúrður H. Hoydal spurdi m.a. Jógvan Emil Nielsen hvat er broytt hesi trý árini síðani ein hørð og bersøgin útsøgn um dómaraavrik verður revsað linari nú.