10 ting um Frederik Reinfeldt:
Reinfeldt varð føddur í Østerhaninge 4. august 1965.
Sum smádrongur búði hann eitt skifti í London, tí pápi hanara starvaðist har – sum ráðgevi hjá Shell.
Mamma hansara var ráðgevi í leiðslu, og hon kann hava givið Frederik íblástur.
Hann er giftur við Filippa, sum eisini er ein virkin politikari í Moderatarna.
Tey eiga trý børn - Ebba, Gustaf og Erik.
Longu sum 11 ára gamal varð Reinfeldt politiskt virkin. Tá gjørdist hann formaður fyri næmingaráðið á skúlanum hjá sær.
Pápi hansara var eisini virkin í politikki, men gavst í fjør, eftir at hann var tikin fyri at koyra við kenning.
Hann hevur útbúgving innan búskap frá lærda háskúlanum í Stockholm.
Hann er íðin viðhaldsmaður hjá fótbóltsfelagnum Djurgården.
Reinfeldt sigur seg dáma væl húsligt arbeiði.