Dámar avbjóðingar

Brian Kerr er til reiðar at fara í holt við stóru uppgávuna sum venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

 

- Sum ein underdog skalt tú stríðast, og mær dámar væl ta avbjóðingina. Eg veit, at tað er trupult hjá Føroyum at vinna altjóða dystir, men vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa góð úrslit, sigur Brian Kerr.

 

- Mær dámar væl álopsfótbólt, og eg vil gjarna hava, at Føroya skora fleiri mál, men tað skal ikki kosta í verjupartinum, sigur hann.

 

Brian Kerr roknar við, at hann kemur at búgva lutvíst í Føroyum, og fyrsta uppgávan verður at seta seg inn í føroyskan fótbólt.

 

- Eg vil hava teir bestu spælararnar á landsliðið. Eg vil hava spælarar, sum hava ein stóran vilja, og sum eru stoltir av at vera í landsliðstroyggjuni, sigur hann.