Ikki eru trý ár farin um bak síðan Hamferð av álvara byrjaði at gera um seg á føroyska og altjóða tónleikapallinum.
Og hóast ferðin hevur verið drúgv, hevur tað gingið metskjótt hjá teimum at gera sítt navn galdandi í Føroyum.
í 2010 vóru teir kosnir ársins nýggi bólkur einki minni enn tvær ferðir, og góvu tá framførslur um alt landið.
Við samanrenningini av eksplosivum dómadagsmálmi og serkendum føroyskum sorgblídni talar tónleikurin til ein fjølbroyttan lurtaraskara, og tónleikurin hevur vunnið fjepparar í mongum av heimsins hornum.
Í stuðul av teirra útgávu, "Vilst er síðsta fet", hevur Hamferð í 2011 ferðast víða um, millum annað norður til Íslands og smáir tíggju túsund kilometrar runt í Evropa saman við so víðagitnum bólkum sum Týr, Skálmold(IS), Crimfall(FI) og Moonsorrow(FI).
2012 hevur ikki verið minni spennandi fyri bólkin. Hamferð bleiv fyrr í ár kosin til at umboða Føroyar í altjóða tónleikakappingini Wacken Metal Battle. Hetta inniber eina konsert á Wacken Open Air 2012, sum óivað er heimsins størsti tungmálmsfestivalur.
Restin av árinum ber við sær stórar hendingar fyri Hamferð og áhugaði. Nýggja útgávan verður smíðað, og nakrar fáar eksklusivar framførslur fylgja undan henni.
Harímillum verður ein framførsla til Voxbotn tiltakið, sum veðrur 30.juni.